PLAY PODCASTS
Seks av seks stjørnum til Lykkenborg

Seks av seks stjørnum til Lykkenborg

Nón

June 8, 202228m 59s

Audio is streamed directly from the publisher (vod.kringvarp.fo) as published in their RSS feed. Play Podcasts does not host this file. Rights-holders can request removal through the copyright & takedown page.

Show Notes

Hóast søgan er døpur, kann tað tykjast sum, at tað nærum hevur verið eydnan at uppliva leikin Lykkenborg, sum leikbólkurin "Det Ferösche Compagnie" setir upp í Listastovuni í Miðvági í løtuni. Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs vóru í hvussu so er tiknar av bóli og ovfarnar av leikinum, sum tær báðar góvu seks av seks stjørnum, tá tær ummæltu Lykkenborg í Nón. - Søgan, handritið, leikaraavritini, tónleikurin, ljósið og pallurin - ja, alt spælir sera væl saman í leikinum. Tað sæst og merkist, at nógv orka og nærlagni er lagt í at skapa leikin, og at eitt stórt kanningararbeiði liggur aftanfyri. Leikbólkurin hevur arbeitt sera væl saman, og megnað at barbera søguna og vitanina um Pól Jóhannus Poulsen niður til nakað sera vakurt og einfalt, søgdu Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs millum annað um leikin. Um leikin Lykkenborg er fiktivur leikur, sum er bygdur á lívið hjá miðvinginum Pól Jóhannus Poulsen, eyknevndur Lykken. Lykken var føddur í 1925 og vaks upp undir trongum korum í Miðvági, sum 13. barn hjá foreldrunum. Pól Jóhannus var ikki heilt sum hini, og eins og nógvir aðrir føroyingar, ið ikki fingu røttu hjálpina í Føroyum, var hann sum tannáringur sendir niður á Rødbygaard, ein av mongu stovnunum hjá donsku andveikraverndini. Lykken var á Rødbygaard í fleiri ár, men slapp heim aftur aftaná Seinna Heimsbardaga, tá systir hansara kom eftir honum. Heimafturkomin fór hann undir at skapa sín egna heim á trøðni hjá pápa sínum í haganum yvir Miðvági. Úr endurnýttum timbri, takplátum og øðrum byggitilfari bygdi hann gjøgnum 20-30 ár bygningin Lykkenborg - eina villiniborg við heili 108 rúmum, har hann kundi vera í friði. Pól Jóhannus Poulsen hvarv ein fagran dag í februar 1971, og varð funnin deyður fleiri mánaðir seinni í haganum. Nakað aftaná brann Lykkenborg í grund av óvísum áðum. Búi Dam hevur skrivað leikritið, leikstjórnað, og er eisini leikari. Høvuðsleiklutin spælir Kristina Sørensen, tónleikin hevur Dánjal á Neystabø gjørt, pallmyndina hevur Sámal Blak evnað til, búnar stendur Anna Kristin Bæk fyri, koreografiina hevur Búi Roach gjørt, ljósið hevur Súni Joensen sniðgivið og framleiðari er Urd Johannesen. Beinir Bergsson er ljósteknikari.