PLAY PODCASTS
Katrin fær føroyska løn í Danmark

Katrin fær føroyska løn í Danmark

Nón

June 10, 202221m 51s

Audio is streamed directly from the publisher (vod.kringvarp.fo) as published in their RSS feed. Play Podcasts does not host this file. Rights-holders can request removal through the copyright & takedown page.

Show Notes

- Tað er sikkurt onkur, sum fær ilt eitt vist stað av tí, men eg føli, at tey fáa pengarnar aftur... Katrin Ottarsdóttir, sum býr í Danmarki, fær listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins næstu trý árini. Hon hevur eisini fingið listafólkaløn undanfarnu trý árini, og tað er hon ovurfegin um. - Tað hevur alt at siga, eg havi slett ikki orð fyri, hvussu gott tað er, sigur hon. Katrin hevur fleiri verkætlanir í gongd, millum annað tvær bøkur og so eina sonevnda grafiska skaldsøgu. - Tað, sum eg savni meg um beint nú, tað er ein skaldsøga, sum er framhald av fyrru skaldsøguni, Gentan í verðini. Hendan sama gentan er nú vorðin eini 16-17 ár, gongur í studentaskúla, og teir persónarnir, sum vóru við í fyrru bókini eru eisini við, men teir eru meira í útjaðaranum av bókini, sigur Katrin Ottarsdóttir. Hoyr alla samrøðuna við Katrin Ottarsdóttir her.